* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stena Imperial var staddur vestanfyri Jemen, tá sjórænarar royndu at koma umborð.

Forðaðu sjórænarum at koma umborð á Stena Imperial

Tað eydnaðist manningini á Stena Imperial at forða sjórænarum at koma umborð á skipið, tá tað var statt vestanfyri Jemen leygardagin í farnu viku.

 

Tangabáturin var á veg úr Fjarðeystri til Rotterdam, tá onkur av manningini gjørdist varugur við tveir lítlar og mistonkiligar bátur hálvanannan fjórðing í stýriborð. Bátarnir høvdu beina kós ímóti Stena Imperial.

 

Alarmurin varð beinanvegin settur í gongd, og skiparin og trygdartoymið møttust á brúnni.

 

Eldur varð settur á serlig eldbluss og tveitt móti bátunum, og ávaringarskot vórðu eisini loyst av. Kortini hildu bátarnir somu kós beint móti Stena Imperial.

 

Skiparin boðaði myndugleikunum frá ætlaða álopinum, og hann setti seg eisini í samband við eitt herskip, sum lá nærindis.

 

Sjórænararnir vóru áhaldandi og nærgangandi, tí hóast bæði eldbluss og skot komu smábátarnar heilt inn undir síðuna á skipinum. Á øðrum bátinum royndu teir at sleppa umborð heilt har frammi á stevninum.

 

At enda eydnaðist tað manningini at styggja sjórænararnar burtur.

 

Reiðaríið sigur í einari fráboðan, at manningin á Stena Imperial arbeiddi ógvuliga professjónelt alla tíðina og í tøttum samstarvi við trygdartoymið umborð.

 

Kelda: The Maritime Executive