* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Føroyar fáa eitt útflutningsráð

Útflutningsráð Føroya verður nú sett á stovn. Fremsta uppgávan hjá nýstovnaða Útflutningsráðnum verður støðugt at betra um marknaðaratgongdina hjá føroyskum vørum og tænastum uttanlands.

 

Útflutningsráðið skal veita løgmanni ráð um handilspolitikk, handilssáttmálar, handilspolitisk átøk og annað, ið tryggjar eina betri marknaðaratgongd.


- Í sínari stremban eftir at vaksa og betra um sítt virksemi, leita fleiri fyritøkur og vinnurekandi støðugt eftir nýggjum marknaðum og samstørvum uttanlands.


Útflutningsráðið verður sterka bindiliðið millum vinnuna og politiska myndugleikan.


Ráðið fer millum annað at gera tilmæli, hvørjir marknaðir ella hvørjar vinnugreinar eiga at verða sett í miðdepilin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

At seta eitt útflutningsráð á stovn er eitt av málunum í samgonguskjalinum.

 

Útflutningsráðið verður mannað við sjey limum, ið verða tilnevndir av løgmanni fyri eitt tvey ára skeið.

 

Landsstýrismenninir í vinnumálum, fiskivinnumálum og mentamálum tilmæla hvør ein mann og eina kvinnu í ráðið. 


Kelda: tinganes.fo