* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið fer bæði at gera tað smidligari at samskifta við danskar myndugleikar og fáa atgongd til danskar skipanir. Í næstum verður eitt uppskot latið Løgtinginum, sum fer at gera tað møguligt hjá øllum teimum, sum búgva í Føroyum og hava ríkisborgararætt, at fáa eitt cpr-nummar.

“Samskiftið hjá føroyingum við danskar stovnar og tænastur er sera stórt, og tørvur er tí á eini smidligari skipan, har føroyingar lætt og ómakaleyst fáa atgongd til tær neyðugar skipanirnar. Eg eri sannførdur um, at cpr-nummarið fer at lætta munandi um, tá ið føroyingar eitt nú skulu finna sær eina lestraríbúð, skriva síni børn upp til barnagarðspláss ella at søkja um lestrarstuðul í Danmark.” sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.


Fýra øki

Tað eru fyrst og fremst fýra samfelagsøki, sum hava tørv á donskum cpr-nummari.

Sjúkrahúsverkið: Tá ið sjúkrahúsverkið í Føroyum sendir blóðroyndir og aðrar royndir til kanningar í Danmark krevja telduskipaninar at viðkomandi hevur eitt CPR-. nummar. Sama er tá sjúklingur verður sendur av landinum til serviðgerðar.

Starvssett hjá statsstovnum ella statspensjonistar:  Lønargjaldsviðurskiftini hjá starvsfólkum hjá eitt nú ríkisumboði, fúta, sorinskrivara, arktist kommando ella landslæknanum verða oftast avgreidd beinleiðis av løngjaldsskrivstovum í Danmark. Sama er við ymsum donskum pensjónsskipanum.

Fólk, sum ætla sær at flyta til Danmarkar: Fólk sum hava  ætlan um at flyta til Danmarkar og fyrireika seg til tað, hava ofta tørv á einum cpr nummari. Tað kann vera til at søkja um íbúð ella kollegium, at skriva børn upp til barnagarðspláss ella at søkja um danskan lestrarstuðul í Danmark.

Fólk sum hava tørv á nem-id: Nógvar skipanir í Danmark krevja at man hevur nem-id tøkt. Eitt nú um man skal hava eina e- boks at móttaka talgildan post frá donskum myndugleika ella skal logga seg á ymsar almennar heimasíður, eitt nú í onkrum førum innskriving á danskar lærustovnar.

 

Nógv hava CPR

Lógin um Det centrale personregister er ikki galandi í Føroyum. Føroyingar fáa ikki tillutað CPR- nummar, men í roynd og veru hava rættiliga nógv longu fingið eitt CPR- nummar tillutað, tí tey hava búð í Danmark eitt skifti. Hagstovan upplýsti í 2017 at hetta tal var 33,4 % av fólkinum.

Onnur hava eisini fingið  tillutað eitt sokallað fyrisitingarligt CPR- nummar, tí at tey hava havt tørv á tí. Hetta eru serliga fólk, sum hava verið send til sjúkrahúsviðgerð uttanlands ella fólk, sum hava verið starvssett hjá donskum myndugleikum í Føroyum.

Tað verður Ríkisumboðið, sum eftir ætlan fer at umsita skipanina.