* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Føroyingar í Søfartens Ledere taka undir við samanlegging

Eftir almannakunngerðingina herfyri av ætlanini at leggja fakfeløgini Søfartens Ledere og Lederne saman, hava limafeløgini í Keypmannahavn og Tórshavn við breiðum meiriluta tikið undir við ætlanunum. Tað skrivar Søfartens Ledere á heimasíðu síni.

Í Føroyum vóru limirnir serliga vælnøgdir við, at limatænastan verður styrkt, samstundis sum limagjaldið verður sett niður. Semja var eisini um, at samanleggingin frígevur orku til at styrkja maritima fakkunnleikan í umsitingini hjá Søfartens Ledere.

Í Føroyum sóu limirnir harumframt fyrimunir í, at limatænastan gjøgnum Lederne er sterkari online enn Søfartens Ledere higartil hevur kunnað bjóðað. Hetta merkir, at fleiri tilboð verða lættari at brúka í Føroyum.

Føroysku limirnir mæltu til, at Søfartens Ledere og Lederne saman kanna, hvussu ein styrking av limatænastuni í Føroyum í høvuðsheitum kann fremjast. Føroysku limirnir, ið vóru á fundinum í Havn hósdagin, tóku undir við ætlaðu samanleggingini við Lederne.

Á fundinum í Keypmannahavn var somuleiðis breið undirtøka fyri samanleggingini. Næstu dagarnar fer Søfartens Ledere at hava líknandi limafundir í øðrum donskum býum.

Kelda: Søfartens Ledere