* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Savnsmynd.

Føroyingar við DAS-skipum skattaðir í Føroyum eisini

Føroyar fara at kunna krevja skatt frá teimum føroyingum, sum sigla við skipum í DAS, Dansk Almindeligt Skibsregister. Men bara, um skattatrýstið her er størri enn í Danmark.

DAS inntøka rindar annars ikki skatt í Føroyum, hóast fólk, sum sigla við skipum í DAS, búgva í Føroyum.

Men við nýggjari avtalu, sum skal undirskrivast seinni í ár, kunnu Føroyar skatta DAS inntøkur, eftir at Danmark hevur fingið sín part. 

Hetta verður gjørt eftir, at frádráttur er veittur fyri skattin, sum er goldin í Danmark. 

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, í svari til Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu.

Broytt líkning
Kristina Háfoss sigur, at broytti linkingarhátturin ger, at Føroyar fáa ein part av skattinum av DAS inntøkum, um skattatrýstið er hægri her enn skattatrýstið í Danmark. 

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vildi í 2011 eisini, at føroyingar, sum fáa sína inntøku uttanlands, verða skattaðir øðrvísi.

Tey, sum eru við DAS skrásettum skipum, rinda bæði til Samhaldsfasta í Føroyum og arbeiðsmarknaðargjald í Danmark.

Í Samhaldsfasta fara 2,25 prosent av lønini og átta prosent í bruttoskatti til AM, sum er danska arbeiðsmarknaðargjaldið.

Tey, sum eru við skipum, sum eru í DIS, donsku altjóða skipaskránni, rinda ikki arbeiðsmarknaðargjald í Danmark.

Kelda: kvf.fo