* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Høgni Hansen.

Føroyingur fyribils nevndarformaður í KNI

Stjórin í P/F Poul Hansen heilsølu, Høgni Hansen, hevur fyribils tikið við sum nevndarformaður í grønlendsku handils- og tænastufyritøkuni KNI A/S, har hann hevur verið næstformaður síðani 2014.

Orsøkin er, at nevndarformaðurin seinastu árini, Niels Thomsen, brádliga hevur gjørt av at leggja frá sær sum nevndarformaður.

Tað boðar Høgni Hansen frá í tíðindaskrivi, har sagt verður, at orsøkin til avgerðina hjá Niels Thomsen er ”umraðfesting av framtíðar arbeiðsvirksemi og tíðarnýtslu síni”.

Grønlendsku miðlarnir gita, at hann ætlar at stilla upp til landstingsvalið seinnapartin í apríl. Hann hevur verið uppi í politikki áður. Sjálvur sigur hann, at hann fer at koma við eini fráboðan í næstu viku um framtíðarætlanir sína.

Høgni Hansen yvirtekur fyribils formanssessin til nevndin hevur skipað seg av nýggjum á næsta fundi sínum í næstu viku.

- Niels hevur stóran part av æruni fyri, at tað er eydnast KNI A/S at fáa mong tung viðurskifti í rættlag, skapa eitt sterkt grundarlag og verið við til at framtíðartryggjað fyritøkuna fíggjarliga, stendur m.a. í tíðindaskrivinum frá Høgna Hansen.

Tá grønlendska heimastýrið yvirtók KGH (Kongliga Grønlendska Handilin) í 1986, skifti fyritøkan, ið hevur ikki færri enn 244 ár á baki (stovnað í 1774) navn til KNI A/S.

Óvæntaða fráboðanin frá felagnum kemur samstundis, sum blaðið AG kann avdúka, at tað framvegis ikki hevur eydnast KNI at fáa sett fimm leiðandi størv, áðrenn punktum kann setast fyri umskipanini av grønlendsku handilsketuni.

Síðani higartil galdandi bygnaðarskipanin hjá KNI varð vrakað í heyst, hava fleiri leiðandi meðarbeiðarar valt at siga seg úr starvi. Stjórin í KNI, Peter Grønvold Samuelsen, væntar tó, at hesi viðurskifti verða loyst, áðrenn langt umlíður.

Kelda: Sermitsiaq.gl