* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Robert Maersk Uggla, CEO í A.P. Møller Holding, heitir av álvara á bæði Malta og Danmark um hjálp. Hann heldur tað vera rættiliga ørkymlandi, at 27 flóttar, teirra millum eina kvinna, sum er við barn, framvegis eru umborð á danska tangaskipinum, Maersk Etienne, ein heilan mánaða eftir at tey vórðu bjargað.

 

“Tað er ógvuliga ørkymlandi, at myndugleikarnir framvegis ikki hava funnið eina loysn fyri tey 27 flóttafólkini, teirra millum eina kvinnu, sum er við barn, tí tað var eftir beinleiðis áheitan frá Malta, at vit bjargaðu teimum, og síðan hava tey verið stødd umborð á Maersk Etienne í ein mánaða. Og viðurskiftini eru ikki nóg góð umborð,” skrivar Maersk-arvingurin, sum eisini er nevndarformaður í Maersk Tankers, sum eigur skipið.

 

Hann finst at myndugleikunum fyri at lata sum einki, og at teir soleiðis eru við til at máða undan prinsippunum um góðan sjómansskap.

 

Málið byrjaði, tá maltesisku myndugleikarnir tann 4. august  heittu á Maersk Etienne um at hjálpa nøkrum flóttafólkum í einum lítlum motorbáti, sum var í rættiliga ringum standi. Dagin eftir tók manningin á Maersk Etienne flóttafólkini umborð, áðrenn báturin, tey vóru við, sakk og fór til botns.

 

Kelda: Maritime Danmark