* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fýra miljardir norskar krónur um dagin. So nógv er virðið á norska oljugrunninum økt við í fyrsta ársfjórðingi av 2017. 357 miljardir krónur eru fossaðar inn í ein av heimsins ríkastu grunnum, takkað veri einum lagaligum partabrævamarknaði og eini veikari norskari krónu.

Longu fyri trimum árum síðani hevði hvør einasti norðmaður, frá pinkubarni til olding, 1 mió. norskar krónur standandi í landsins oljugrunni. Og í fyrsta ársfjórðingi 2017 er teljarin á heimasíðuni hjá oljugrunninum nærum vorðin teymleysur sum avleiðing av høga partabrævaavkastinum og hevur nú eitt virði upp á ikki minni enn 7.867 mia. norskar krónur.

Bara hesar tríggjar síðstu mánaðirnar er hann vaksin við 357 mió. norskar kr. Samstundis var pláss fyri, at stjórnin kundi taka 23 mia. norskar krónur út til ríkisfíggjarlógina.

“Mált í norskum krónum høvdu vit triðbesta ársfjórðingin í søgu grunnsins,” sigur Yngve Slyngstad, stjóri í Norges Bank Investment Management.

Við seinastu uppgerðini av virðinum á oljugrunninum hevur hvør norðmaður nú spart 1,5 mió. norskar krónur upp í grunninum.

Kelda: e24