* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
72 metrar langa og 16 metrar breiða fyrrverandi frálandaskipið, Gardwill, fer nú at viðgera móti lús í norsku alivinnuni. Nýggja navnið á skipinum er Smøla Viking.

Í Føroyum hevur Bakkafrost longu í eina tíð havt eitt umbygt frálandaskip inni í alivinnuni, og nú gera norðmenn tað sama. Norska reiðaríið, Eines, hevur keypt 16 ára gamla PSV Gardwill, sum nú verður umbygdur at viðgera móti laksalús í norskum alibrúkum. Í hesum sambandi hevur reiðaríið keypt 72 metrar langa og 16 metrar breiða frálandsskipð, PSV Gardwill.

 

Smøla Viking, sum skipið nú eitur, fer fyri tað mesta at arbeiða út frá Lofoten og Vesterålen, har Eines hevur gjørt ein 3-ára sáttmála við seks alifeløg um, at Smøla Viking skal liggja í tilbúgving, tilreiðar at drepa laksalús, sum í ringasta føri kann gera av við heil alibrúk eftir fáum tímum.

 

Skipið verður útgjørt við nýggjastu og mest framkomnu útgerðini til avlúsing, útgerð, sum væntandi fer at økja effektivitetin av viðgerðini munandi.

 

Útgerðin kann viðgera 200 tons um tíman.

 

Kelda: Maritime Danmark