* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frægari úrslit hjá DOF ASA

DOF ASA Group boðar í dag frá, at úrslitið hjá felagnum annan ársfjórðing í ár vísir eitt hall uppá 106 milliónir norskar krónur eftir skatt. Tað er nógv betri enn somu tíð í fjør.

 

Í 2018 var úrslitið eitt hall uppá 506 milliónir norskar krónur, tað eru umleið 380 milliónir danskar krónur, annan ársfjórðing.

 

Av flotanum hjá felagnum, sum liggur um 200 skip, liggja 5 prosent við bryggju – uttan nakrar uppgávur. Samstundis boðar reiðaríið frá, at tað hevur gjørt fleiri nýggjar sáttmálar.

 

“Skandi Emerald” og “Skandi Atlantic” hava til dømis fingið longt sínar sáttmálar í Nýsælandi.

 

DOF Subsea hevði 14 milliónir norskar krónur í halli eftir skatt annan ársfjórðing í ár. Tað er eitt væl betri úrslit enn somu tíð í fjør, tá hallið var 292 milliónir norskar krónur eftir skatt.

 

Kelda: Skipsrevyen