* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Havnarterminalurin hjá A.P. Møller-Maersk í býnum, Tema, í Gana.

Maersk og franska, Bolloré, eru blandað í ein havnarsáttmála, sum er skaðiligur fyri landið. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum er gjørd í trúnaði. Tað er flutningamálaráðið í Gana, sum hevur gjørt kanningina sambært Finans. Maersk metir, at sáttmálin hevur stórt virði fyri landið.

 

Havnadeildin hjá A.P. Møller-Maersk er saman við fronsku flutningsfyritøkuni, Bolloré Group, blandað í ein havnarsáttmála í Tema í Gana, sum sambært eini trúnaðarfrágreiðing, sum ganesiska flutningsmálaráðið hevur gjørt, hevur skaðiliga ávirkan og er ongin spegilsmynd av ærligum handilsetikki, skrivar Finans sambært Shippingwatch.

 

Sáttmálin er eftir øllum at døma gjørdur, eftir at stjórnin valdi at steðga einum útboði, sum varð í gongd, og soleiðis beindi kappingarneytarnar hjá Maersk og Bolloré av vegnum.

 

Í frágreiðingini hjá ganesiska flutningsmálaráðnum er ein sáttmáli kannaður, sum í 2015 varð gjørdur við felagið, MPS, har Bolloré Group og APM-Terminals, sum er havnafelagið hjá Maersk, vóru høvuðspartaeigarar. Ganesisku havnamyndugleikarnir eiga eisini ein part av felagnum.

 

Sáttmálin hevur millum annað havt við sær, at ganesisku havnamyndugleikarnir hava fingið gott og væl 4 milliardir dollarar minni burtur úr sáttmálanum enn væntað frammanundan. Tí verður mælt til, at sáttmálarnir við Maersk og Bolloré eiga at gerast av nýggjum.

 

APM Terminals sigur í skrivligum svari, at sáttmálin er gjørdur í samsvari við reglurnar, og samanumtikið metir APM Terminals, at sáttmálin er ein stórur vinningur fyri Gana.

 

Kelda: Shippingwatch