* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frákoyrdur maskinformaður blakaður úr felagnum

Maskinmestrenes Forening hevur valt at ekskludera fyrrverandi formannin, Per Jørgensen, úr felagnum. Per Jørgensen legði frá sær sum formaður við virknaði straks 1. desember. Næstformaðurin Jan Rose Andresen tók við sum formaður.

Ekskluderingin kemur fram í ársfrágreiðingini hjá felagnum, har grundgevingin fyri at koyra hann frá verður endurtikin. Sambært felagnum var orsøkin "ein tilsíðisseting av karmunum fyri nýtsluni av kredittkortinum hjá felagnum." 

Hesi frágreiðingini er Per Jørgensen tó ikki samdur í. Hann skrivar í eini verjugrein frá desember m.a.:

"Orðingin um nýtslu av kredittkortum finst í grannskoðanarprotokollatinum hjá felagnum og er roknskaparliga grannskoðað av bæði uttanhýsis sum innanhýsis limavaldum atfinningarsomum grannskoðara. Nýtsla av kredittkortinum er gjørd í samsvari við eina áralanga praksis og upphæddirnar skifta natúrliga frá ári til ár.

Sambært serfrøðingum við grannskoðara- og advokatgrundarlagi er ikki grundarlag fyri at meta støddina á upphæddini sum eitt mál fyri politiið og dómstólar, og eg síggi fram til aðalfundin hjá Maskinmestrenes Forening í mars 2018, har vit kunnu gjøgnumganga roknskapin," skrivar Per Jørgensen.

Sambært ársfrágreiðingini er ein avtala gjørd við Per Jørgensen, "sum tryggjar eina afturrindan av millumverandi".

Kelda: maritimedanmark.dk