* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandaskip bjargar úrslitum hjá Akastor

At úrslitið hjá Aker-felagnum, Akastor, hevur betrað úrslitið, er millum annað tí at oljurisin, Petrobras, hevur tikið frálandaskipið, Aker Wayfarer, í nýtslu. Skipið hevur ligið og bíða eftir at sleppa í arbeiði í Brasilia síðan 2016.

 

Tá felagið, Aker Solutions , sum Kjell Inge Røkke átti meirilutan í, varð lutað í tvey í 2014, varð Akastor veruleiki. Úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár er nú almannakunngjørt, og eitt av góðu tingunum er, at frálandaskipið, Aker Wayfarer, kom í arbeiði fyri Petrobras í Brasila í januar í ár. Tað hevur økt munandi um inntøkurnar hjá felagnum.

 

Hetta stóra frálandaskipið hevur annars havt eina trupla søgu, tí tað skuldi longu í sigling fyri Petrobras í 2016. Ein blandingur av korrupsjónini í felagnum og niðurgongd á oljumarknaðinum gjørdi, at brúk varð ikki fyri skipinum tá.

 

Í november í 2016 var greitt, at Akastor og Petrobras vóru samd um at bíða við at seta Aker Wayfarer í arbeiði. Skipið skuldi í arbeiði í 2017, men tað gjørdist eisini av ongum.

 

Ikki fyrr enn í januar í ár fór Aker Wayfarer í arbeiði fyri Petrobras. Og tað verður mett sum størsta framstigið, nú roknskapurin hjá Akerstor fyrsta ársfjórðing í ár varð almannakungjørdur.


Frálandaskipið, Aker Wayfarer, er 160 metrar langt og 32 metrar breitt.

 

Kelda: e24.no