* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsreiðarí leiga skip út við tapi

Veðrið ger, at marknaðurin fyri frálandsskip vanliga er lítil um veturin. Hesin veturin hevur verið óvanliga tungur, men útlit eru til ein góðan vár- og summarmarknað.

Í síðstu viku vórðu fleiri styttri sáttmálar gjørdir fyri frálandsskip. Millum annað leigaðu oljufeløgini Statoil og Wintershall akkerhandfaringarskip fyri 80.000 til 85.000 norskar krónur um dagin.

– Tað var eitt sindur av virksemi í síðstu viku, men tað er framvegis vetur, sigur skipsmeklarin Gøran Røstad í Westhore Shopbrokers við E24.

– Leigugjøld upp á 80.000 krónur um dagin dekka ikki rakstrarkostnaðin upp á meira enn 100.000 krónur um dagin, leggur hann aftrat.

Hann upplýsir, at stuðulsskip hjá boripallum verða leigað út fyri gjøld, sum samsvara nøkulunda við mettu rakstrarútreiðslurnar.

Millum reiðaríini, ið hava leigað skip út fyri gjøld undir metta rakstrarkostnaðin eru børsskrásettu Havila Shipping og Siem Offshore.

Tað er altso blýtungt á frálandsmarknaðinum í løtuni, samstundis sum flestu aktørarnir í vinnuni rokna við, at várið og summarið verður gott.

– Vit rokna við, at marknaðurin verður betri í apríl, sigur Røstad.

– Hví verða skip ikki løgd fyri teym, tá reiðaríini ikki fáa dekkað sínar rakstrarútreiðslur?

– Trupulleikin er, at tá roknað verður við bata í apríl, so er tíðin at leggja skip ov stutt við øllum tí negativa, tað hevur við sær, sigur Westshore-meklarin.

Vónirnar um ein betri marknað í vár er grundaður á væl grundaðar vónir um øktan tørv hjá oljufeløgunum.

Men ikki er vist, at økti eftirspurningurin neyðturviliga fer at elva til hægri leigugjøld.

-Spurningurin er, hvussu mong skip loysa aftur og hvussu mong koma inn á marknaðin úr øðrum økjum, sigur Røstad.

130 frálandsskip liggja fyri teym í norskum firðum og havnum í løtuni.

Økja oljufeløgini eftirspurningin eftir frálandsskipum, eru reiðaríini í vanda fyri at missa økt leigugjøld á gólvið, um skipini, sum nú liggja fyri teym, koma aftur á marknaðin.

Men fleiri av skipunum skulu gjøgnum viðlíkahald og klassing, áðrenn tey kunnu koma aftur á marknaðin.

– Ein stór rokning liggur har og bíðar, um tey skulu fáast í vinnu aftur. Ein stórur partur av flotanum hevur ligið fyri teym í fleiri ár, og har má roknast við, at tað fer at kosta nógv at fáa tey aftur á marknðin, segði greinarin Stig Erik M. Kyrkjeeide í Kepler Cheuvreux við E24 í januar.

Tí er ógreitt, hvussu skjótt skipini, ið liggja fyri teym, kunnu koma í vinnu aftur. Ein partur kemur neyvan nakrantíð at sigla aftur.

Hetta kann forða fyri, at ein øktur eftirspurningur frá oljufeløgunum ikki verður «dripin» í byrjanini av, at nógvir nýggir bátar koma á marknaðin.

Kelda: e24.no