* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsrisi fremur ovurstóra niðurskriving

 

Stóra franska frálandsreiðaríið, Bourbon, er farið undir eina endurskipan, sum m.a. ber í sær sølu av 41 PSVarum, ið fer at føra til eina niðurskriving upp á 170 mió. evrur. Felagið verður í framtíðini býtt upp í tríggjar virkiseindir.

“Bourbon in Motion” kallar reiðaríið ætlan sína, sum skal fremja umskipanina av felagnum til tess at økja kappingarførið á einum sera avbjóðandi øki.

“Nú marknaðurin hevur rokkið botnin, skal Bourbon fokusera upp aftur meira á eitt operationelt toppniveau, nýtslustigið av flotanum, útreiðsluskerjingar og varðveitingina av fría cash-flowinum,” sigur stjórin í felagnum, Gael Bodenes.

Men Bourbon fer at gjøgnumtvinga meiri grundleggjandi broytingar í fyritøkuni til tess at kunna klára seg í framtíðini. Bólkurin verður býttur í tríggjar deildir: Bourbon Marine & Logistics, Bourbon Subsea Services og Bourbon Mobility.

Málið hjá øllum trimum deildunum er at menna fleiri integreraðar tænastur við denti á talgilding og “Smart Shipping”. Ætlanin fer at kosta 75 mió. evrur yvir trý ár og fer at skpa møguleikar fyri munandi sparingum av rakstrinum av flotanum, tá tey 41 eldru skipini við einum miðalaldri upp á 11,2 ár eru seld frá.

Bourbon væntar at koma út úr 2017 við einum undirskoti upp á umleið 600 mió. evrur, sum er munandi verri enn undirskotið upp á 279,6 mió. evrur í 2016.

Kelda: TradeWinds