* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsrisi í gjaldssteðg

Eitt av heimsins størstu frálands-tænastufeløgum, amerikanska Tidewater, er farið í gjaldssteðg. Felagið er í gongd við eina umfígging, ið hevur til endamáls at fáa skuldina í felagnum niður við 1,6 mia. dollarum.

Kreppan í frálandsvinnuni hevur ikki bert verið hørð mótvegis donskum og norskum frálandsfyritøkum. Eisini eitt av heimsins størstu reiðaríum á økinum, New Orleans skrásetta Tidewater, ið hevur ein flota upp á meira enn 300 skip, er í álvarsomum trupulleikum.

Afturgongdin byrjaði í 2014 og síðani er partabrævakursurin hjá felagnum farin úr einum kursi upp á umleið 55 til 0,80 dollarar fyri partabrævið. Hetta fór av álvara at merkjast í fjør, tá felagið ikki longur var ført fyri at lúka sínar skyldur mótvegis lánsveitarunum.

"Eftir drúgva umhugsan og væleydnaðar samráðingar við ávísar av fíggjarveitarum okkara, hava vit gjørt av, at neyðugt var at søkja um gjaldssteðg til tess at skapa fíggjarligan stabilitet, so Tidewater kann varðveita kappingarstøðu sína í størstu kreppuni hjá vinnuni nakrantíð," sigur Jeffrey M. Platt, stjóri í Tidewater, í eini børsfráboðan.

Hann sigur víðari, at Tidewater "væntar at kunna halda sínar skyldur mótvegis meðarbeiðarum, kundum, veitarum og øðrum. Vit ætla framhaldandi at veita eina álítandi tænastu av høgari góðsku til okkara kundar."

Kelda: Tidewater/maritimedanmark.dk