* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsskip sakk - 16 bjargaðir

Allir 16 menninir við akkerhandfaringarskipinum SCI Ratna vórðu bjargaðir, tá skipið sakk 100 fjórðingar úr Mumbai í India á 80 metra dýpi. Orsøkin var leki í maskinrúminum, men ein nærri kanning er sett í verk.

Stjórin í SCI greiddi miðlum frá, at manningin varð bjargað umborð á eitt skip, ið arbeiddi nærindis Ratna, tá skipið fekk trupulleikar.

Skipið er bygt í 2011 og hevði sambært reiðarínum staðið allar sjódygdarroyndir.

“Hvussu sjógvur kundileka inn í maskinrúmið skal nú kannast,” sigur stjórin í felagnum Anoop Sharma sambært TradeWinds.

Eitt skip hjá sjóverjuni varð sent á staðið, har skipið sakk, at halda eyguni við møguligari dálking.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk