* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsskipini í Norðsjónum lítið at gera

Frálandsskipini, ið eru í Norðsjónum, hava lítið at gera. Og líkt er ikki til, at støðan fer at batna stórvegis í vár, skrivar norska Finansavisen.

"Á spottmarknaðinum bíða vit framvegis eftiur at síggja tekin um framburð í ár," sigur Wilhelm P.C. Blystad, ið er skipsmeklari í Clarksons Platou, við blaðið.

Hann vísir tó á, at vónir framvegis eru um ein betri marknað, hóast nýtslustigið fyri flotan av frálandsskipum í Norðsjónum í løtuni bert er umleið 50 pst.

Eitt sindur betri sær tað tó út fyri teir eitt sindur longri sáttmálarnar, terminssáttmálarnar.

"Útboðsvirksemið fyri langtíðar sáttmálar hevur verið sera høgt seinastu tveir mánaðirnar, og vit hava sæð, at munandi fleiri langtíðar sáttmálar eru útlutaðir í ár, enn vit sóu somu tíð í fjør. Hetta er ein greið ábending um, at virksemið er á veg upp, og at fyritøkur, ið leiga skip til farmaflutning, ynskja at fáa nøktað sín tørv," sigur Wilhelm P.C. Blystad.

Kelda: shippingwatch.dk