* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsvinnan er nú á veg upp aftur

Norska frálands meklara og ráðgevarahúsið Fearnley staðfestir í eini nýggjari greining, at botnurin er náddur á frálandsmarknaðinum og sær fyri sær stórt virksemi á frálands keyp- og sølumarknaðinum.

Fearnley Offshore Supply sigur í seinastu ársfjórðingafrágreiðing síni, at frálandsvinnan er á veg upp aftur, og at rættilig gongd er komin á keyp- og søluvirksemið.

“Tíverri fyri eigararnar er hetta virksemið nógv ávirkað av stóru avsláttrunum, sum í løtuni verða bodnir á marknaðinum,ístaðin fyri øktum eftirspurningi eftir skipum. “Cash is King” - kanska meira enn nakrantíð fyrr,” skrivar Fearnley.

Hetta gevur sera áhugaverdar møguleikar hjá spekulantum við kontantum í lummanum. 

“Sama, hvørjar skipastøddir verða keyptar í løtuni, fáa nýggju eigararnir munandi fyrimunir í inntøkumøguleikunum í mun til íløgurnar hjá gomlu eigarunum. Í løtuni eru sera fá góð tilboð upp á brúkt skip á marknaðinum og keypararnir kappast um at finna tey,” skrivar Fearnley.

Hetta merkir eisini, at nakrir keyparar eru farnir at hyggja móti kinesiskum skipasmiðjum, sum hava hundraðtals liðug ella hálvliðug skip liggjandi, sum mangla ein eigara.

Kelda: Splash