* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frálandsvinnan kostar norsku bankunum dýrt

Norskir bankar høvdu lænt út 82 miljardir krónur síðst í øðrum ársfjórðingi. 75 prosent av útlánunum vóru knýtt at endurskipanum.

Økingin av tapunum hjá bankunum og mishaldisvavinum seinastu árini koma í høvuðsheitum av tapum av útlánum hjá stóru bankunum til feløg innan oljuvinnuna. Tað staðfestir norska Fíggjareftirlitið í aðru útgávu síni av Finansielt Utsyn fyri 2017.

Sum avleiðing av trongu støðuni í frálandsvinnuni kortleggur Fíggjareftirlitið regluliga støðuna hjá fimm bankum mótvegis vinnuni. Hon vísir, at norskir bankar síðst í øðrum ársfjórðingi høvdu lænt út 82 miljardir krónur til frálandsvinnuna. Hetta eru átta prosent minni enn við árslok 2016.

«Ein munandi partur av frálandsvirkseminum er ella verður endurskipaður», skrivar Fíggjareftirlitið. 75 prosent av útlánunum síðst í øðrum ársfjórðingi vóru knýtt at endurskipanum, sum merkir, at norskir bankar hava lænt út tilsamans 61,5 miljardir krónur til endurskipanir í frálandsvinnuni.

Bankarnir hava eisini noyðst at tikið stór tap á seg av útlánum sínum. Samlaðu niðurskrivingarnar íroknað staðfest tap eru 8,2 miljardir krónur, ein øking upp á 1,8 miljardir krónur síðani ársskiftið. Harvið eru niðurskrivingarnar, bankarnir hava verið noyddir at framt, 10,1 prosent av samlaða útlánsvirkseminum.

«Nógv viknaði eftirspurningurin eftir oljuprísfallið hevur havt við sær, at rakstrarinntøkurnar hjá børsskrásettu oljutænastufeløgunum eru falnar úr 235 miljardum krónum í 2014 til 135 miljardir krónur í 2017. Umfatandi uppsagnir av starvsfólkum og onnur effektiviseringstiltøk hava havt við sær, at rakstrarkostnaðurin eisini er fallin, men hann er fallin við umleið 26 miljardum krónum minni enn rakstrarinntøkurnar», skrivar Fíggjareftirlitið.

Netto rentukostnaðurin er øktur við meira enn einari miljard krónum í tíðarskeiðnum. Tað ger, at inntøkan hjá feløgunum er umleið 50 prosent lægri í 2017 enn í 2014, uttan avskrivingar og niðurskrivingar. Fíggjareftirlitið sigur víðari, at óvissa er knýtt at ovurkapasitetinum av skipum og boripallum, sum liggja í løtuni, orsakað av ógreiðuni um oljuprísin og íløgurnar í oljuøkið í framtíðini.

Kelda: dn.no