* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Framvegis ógreitt um barlastavatn

Altjóða shipping-felagsskapurin International Chamber of Shipping (ICS) heitir á stjórnirnar um at taka stig til at loysa óloystu spurningarnar, sum framvegis eru í sambandi við barlastavatnssáttmálan. Ótryggleiki valdar framvegis á økinum.

”Tá barlastavatnssáttmálin umsíðir kemur í gildi, verður skipaferðslan noydd til at gera íløgur fyri miljardir av dollarum til tess at lúka reglurnar. Men orsakað av ósvaraðu spurningunum um smálutirnar í sambandi við fremjanina av sáttmálanum, ivast stórur partur av ídnaðinum framvegis í, um nýggja viðgerðarútgerðin í roynd og veru virkar ella, um komið verður hagar til, at hon lýkur teir standardir, sum stjórnirnar hava sett fyri at koma óynsktum marinu mikroorganismum til lívs”, segði næstformaðurin í ICS, Esben Poulsson, tá hann hevði eina framløgu á einum fundi um barlastavatn í Singapore. 

Her segði hann millum annað, at núverandi týpugóðkenningarmannagongdin hjá IMO fyri góðkenning av nýggjari útgerð til viðgerð av barlastavatni tørvar eina ávísa styrki. Harumframt er ógreitt, hvussu er við kriteriunum fyri úttøku av barlastavatnsroyndum undir havnaeftirlitunum. Men higartil hava stjórnirnar sambært ICS drálað við í felag at taka trupulleikarnar upp og fáa teir loystar, og tað hevur elvt til stóran ótryggleika. 

Serliga stúrir ICS fyri, at órættvís krøv kunnu verða løgd á skipsreiðarar, ið hava fingið ísett týpugóðkenda útgerð bert fyri síðani at fáa at vita, at hon ikki lýkur ásettu standardirnar. 

ICS heldur, at tað átti at verið lætt at loyst hesar trupulleikar, og nevnir sum dømi, at leiðreglurnar hjá IMO fyri týpugóðkenning eiga at verða kravdar. 

Kelda: ICS