* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
CMA CGM fastfrystir nú farmaprísirnar á bingjuflutningi.

Ongantíð áður hevur tað verið so kostnaðarmikið at ferma eina bingju um heimshøvini. Men nú boðar stóra franska  reiðaríið, CMA CGM frá, at felagið steðgar øllum kostnaðarhækkingum fram til februar 2022. Tað verður gjørt til tess at raðfesta langtíðar sambandið við kundarnar, skrivar felagið.

 

Peningurin er fossaður inn í kassarnar hjá bingjureiðaríunum sum ongantíð fyrr,nú  farmaprísirnir hava verið søguliga høgir. Grundin er ójavnvágin millum útboð og eftirspurning.

 

“Hóast marknaðarávirkaðu príshækkingarnar væntandi fara at halda fram at vaksa komandi mánaðirnar, hevur reiðaríið gjørt av at steðga áhaldandi hækkingum á øllum farleiðum, sum eru undir samtakinum,” verður sagt í einum boðum frá CMA CGM.

 

Franska bingjureiðaríið leggur aftrat, at samtakið hevur gjørt stórar íløgur og hevur økt kapasitetin av vaksandi flota sínum 11 prosent síðan seinast í 2019.

 

Hetta er farið fram við einari blanding av nýggjum skipum og brúktum skipum, eins og bingjuflotin er vaksin við 780.000 teu seinastu 15 mánaðirnar.

 

CMA CGM  fer væntandi at taka ímóti 26 skipum aftrat tað, sum eftir er av 2021, skrivar TradeWinds.

 

Kelda: TradeWinds / Maritimedanmark