* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fregattin “Helge Ingstad” hevjað av botni

Týsnáttina byrjaðu royndirnar at hevja norsku fregattina, sum sakk eftir ein samanstoyt við eitt farmaskip í fjør, upp aftur av botni. Tað er nú eydnast, og fregattin er fyribils hálað út á djúpari sjógv.

 

Helge Ingstad hevur ligið á botni í einum fjørði stutt norðanfyri Bergen í Noregi síðani samanstoytin  við eitt farmaskip seint í 2018.

 

Higartil hevur bjargingarætlanin gingið eftir ætlan. Trond Inge Bogstrand, komandørkapteynur, sigur við norska blaðið, VG, at skrokkurin sær bara heilt góður út, nú hann er komin undan kavi. Teir hevja hann framvegis spakuliga, hóast spenningur var stórur, tá hann slepti botninum, har hann lá.

 

Tað eru risakranarnir, Gulliver og Rambiz, sum lyfta fregattina, samstundis sum fýra aðrir kranar eisini eru við í lyftiarbeiðinum.

 

Rokna verður við, at bjargingarætlanin fer at taka umleið fimm samdøgur íalt.

 

Kelda: Abcnyheter