* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Gerandisdagurin er við at venda aftur í brasilskum havnum.

Friðarligari í brasilskum havnum

Stórverkfallið hjá brasilskum lastbilaførarum er við at steðga, og eitt verkfall hjá arbeiðsfólki í oljuvinnuni er longu steðgað. Tað er gott fyri oljufelgini, skrivar Reuters.

 

Tað er við at vera gerandisdagur aftur í brasilskum havnum, eftir stórverkfallið hjá brasilskum lastbilaførarum er við at steðga. Samstundis er verkfallið, sum starvsfólk í oljuídnaðinum hava boðað frá, avblást.

 

Brasilski trygdarráðharrin, Sergio Etchegoyen, hevur sambært Reuters sagt, at allar vegaforðingar eru fluttar. Kortini geva nakrir bólkar av lastbilaførarum framvegis trupulleikar ymsastaðni í landinum.

 

Tískil gongur arbeiðið í havnunum framvegis ikki heilt sum vanligt.

 

- Vit vænta framvegis, at brasilski útflutningurin fer at vera ávirkaður nakrar vikur aftrat, sigur Antonio Dominguez, stjóri á suðuramerikansku skrivstovuni hjá Marsk Lines á eysturstrondini.

 

Gott fyri oljuídnaðin

At ætlaða verkfallið hjá arbeiðsfólkum í oljuídnaðinum er avblást, er gott fyri oljuídnaðin. Hóttanin við verkfalli kom eftir ávísa ónøgd við brasilska oljufelagið, Petrobras. Men higartil síggja verkfalshóttanirnar ongar avleiðingar hava fingið fyri Petrobras.

 

95 prosent av starvsfólkunum eru komin aftur í arbeiði, sigur Petrobras við Reuters.

 

Kelda: Reuters