* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norska tangabáta-reiðaríið, Frontline, hevur júst bílagt fleiri skrubbarar til skip síni.

Frontline keypir nýggjar skrubbarar

Meira enn 40 prosent av flotanum hjá norska reiðarínum, Frontline, fer at hava skrubbarar, eftir at reiðaríið júst hevur bílagt nýggjar skrubbarar.

 

Frontline hevur júst bílagt 12 skrubbarar aftrat. Sostatt fara 20 skip hjá reiðarínum at hava skrubbarar í framtíðini. Tað boðar reiðaríið frá í einum tíðindaskrivi.

 

Frontline keypir skrubbararnar frá Feen Marine Scrubbers, sum felagið eigur 20 prosent av.

 

Reiðaríið upplýsir, at størsti parturin av skrubbarunum verða ísettir áðrenn 2020, tá nýggju krøvini um svávulútlát koma í gildi. Samstundis umhugsar tanbabáta-reiðaríið at gera uppaftur fleiri íløgur í skrubbarar.

 

Kelda: ShippingWatch