* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frontline roynir aðrar leiðir

 

Frontline hevur givið skarvin yvir í royndunum at yvirtaka tangaskipaflotan hjá DHT Holding og hevur nú sambært Wall Street Jounal vent nøsini ímóti Gener8 Maritime. Ein møgulig yvirtøka av hesum felagnum fer at gera Frontline til heimsins størsta tangaskipareiðarí við einum flota upp á umleið 90 tangaskip.

Harða stríðið millum Frontline og DHT Holding er at enda komið. Tað váttar eigarin av Frontline, ríkasti maðurin í Norra, John Fredriksen, í samrøðu við Wall Street Journal.

Frontline er framvegis áhugað í at vaksa umvegis uppkeyp og fer nú at hyggja at øðrum reiðaríum við einum flota upp á meira enn 20 tangaskip.

Eitt slíkt felag kann sambært eygleiðarum vera grikska reiðaríið Gener8 Maritime.

Felagið hevur sambært TradeWinds leingi verið mett sum ein sokallaður konsoliderings-kandidatur, og partabrøvini hjá Gener8 Maritime hækkaðu á keypskálanum í New York í fyrradagin.

Flotin hjá Gener8 umfatar tilsamans 41 tangaskip - 25 VLCC´arar, herundir tveir nýbygningar, 10 Suezmax, fýra Aframax og tvey Panamax tangaskip. Sambært reiðarínum er miðalaldurin - máldur í DWT - undir fimm ár.

Frontline rekur í dag 49 egin tangaskip og fer við eini møguligari yvirtøku at tvífalda talið á tangaskipum og samanlagt reka tilsamans 20,3 mió. DWT.

Kelda: TradeWind o.fl.