* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Vænta bata á tangaskipamarknaðinum seinnapartin í 2018

Útlitini hjá tangaskipamarknaðinum fara møguliga at síggja munandi betri út um eitt ár ella so, serliga um ferð kemur á upphøggingina av eldri tonnasju. Tað metir stjórin í reiðarínum Frontline, Robert Hvide Macleod, skrivar Reuters.

Tangaskipamarknaðurin er hart raktur í løtuni við lágum flutningsgjøldum. Nær marknaðurin vendir, er trupult at spáa um.

Men líkt er til, at stór upphøgging av gamlari tonnasju skal til fyri at fáa vend í, metir Robert Hvide Macleod, stjóri í John Fredriksen-reiðarínum Frontline.

"Vit drála eitt sindur við at gera neyvari metingar, men kunnu kortini siga somikið, at núverandi vánaliga støðan er óvæntað," sigur hann við Reuters og leggur aftrat:

"Veksur eftirspurningurin eftir olju sum væntað, fer tangaskipamarknaðurin í seinnu helvt av 2018 at verða áhugaverdur. Og fyrr, um upphøggingin økist munandi."

Verða flutningsgjøldini lág allan veturin, væntar hann, at ferð fer at koma á upphøggingina. Í 2016 vórðu tvey tangakip høgt upp, og í 2017 er talið komið upp á 11 skip.

Kelda: shippingwatch.dk