* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nýggja frumsniðið hjá Stena Bulk.

Frumsnið hjá Stena Bulk sparir 25 prosent CO2

Svenska reiðaríið, Stena Bulk, almannakunngerð nú næsta ættarliðið av grønari tangaskipum, sum rópt verða, IMOFlexMAX, og sum verða útgjørd við m. ø. rennilsegli (rotorsegli). Skipini fara at minka rakstrarhúsgassini við í minsta lagi 25 prosent, upplýsir reiðaríið.

 

Skipini verða útgjørd við Flettner rennilsegli og sólpanelum fyri at gera nýtslu av varandi orkukeldum mest møguligt, og tey verða rikin við dual-fuel maskinum, sum bæi kunnu nýta LNG og lágsvávulolju.

 

“Við blandaða brennievnis- og orkuvirkninum fara skipini at kunna minka um útlátið av rakstrarhúsgassum við meira enn 25 prosentum, meðan nýtslan av brennievnum fer at minka við upp í 45 prosent sæð í mun til onnur skip í dag,” skrivar Stena Bulk.

 

“Ætlanin er at seta IMOFlexMAX skip á altjóða marknaðin hjá Stena Bulk – saman við IMOIIMAX-skipum. IMOFlexMAX skip koma at verða eitt týdningarmikið aktiv hjá Stena Bulk og samstarvsfeløgum okkara í royndini at styrkja støðu okkara sum leiðandi á marknaðinum,” sigur Erik Hånell, forstjóri í Stena Bulk.

 

Reiðaríið hevur í løtuni 115 tangaskip í flotanum. Nær frumsniðið (prototypan) verður tilreiðar at seta inn í sigling, verður kortini onki sagt upp.

 

Kelda: Stena Bulk og Maritimedanmark