* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Frumsnið til brint er eitt stig nærri

Havyard tekur nú næsta stigið móti einum frumsniði ella einari pilotætlan, sum tað eisini verður rópt. Talan er um eitt skip, sum skal sigla uppá brint (hydrogen/vetni). Ætlanin fer nú inn í góðkenningarrásina og skrivað er undir sáttmála við fyritøkur, sum útvega tangar til brint og til brennievnisellur.

 

Havyard Group við Havyard Design og Solutions og Norweegian Electric System arbeiða nú við einum nýbrotsarbeiði, har mennast skal ein brint-skipan, sum verður hin fyrsta av sínum slag fyri skip, sambært Skipsrevyen.

 

- Nú eru vit á veg í góðkenningarrásina, upplýsir Havyard í einum boðum til handilsskálan.

 

Tað verður gjørt saman við Linde Engineering, sum útvegar tangar, og PowerCell Sweden AB, sum útvegar brennievnissellur.

 

Kristian Osnes, sum er ætlanarleiðari fyri FreeCO2-ætlanina í Havyard Group, sigur, at Linde er ein avgerandi aktørur í marknaðinum fyri tangar til goymslu av niðurkøldum gassum.

 

- Vit hava álit á, at teir eru røttu viðspælararnir, tá ið vit saman skulu finna loysnir, sum skulu tryggja goymslu og forðaeftirliti fyri flótandi brint umborð á skipum. Lógarverkið fyri hesar loysnir er ikki gjørt enn, og vit fegnast um at hava Linde við, tá vit skulu inn í góðkenningarætlanina, sum vit vænta verður ógvuliga avbjóðandi, sigur ætlanarleiðarin fyri FreeCO2 í Havyard Group, Kristian Osnes.

 

Eitt av endamálunum við ætlanini er, at talan í longdini skal verða um NULL-útlát í skipaferðsluni.

 

Kelda: Skipsrevyen