* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Amerikanski flogberin, USS Gerald R. Ford.

Fulla megi fram og harðliga í bakborð

Tað hendir nakað, tá tú gevur einum flogbera, sum er útjgørdur við tveimum máttmiklum kjarnokrureaktorum, fulla skrúvu fram, leggur róðrið harðliga í bakborð – og síðani í stýriborð. Sum tað sæst á hjálagda sjónbandabroti, so sær tað bæði áhugavert og spennandi út.

 

75 milliardir krónur dýri flogberin, USS Gerald R. Ford, varð latin amerikanska flotanum í fjør, men hann hevði so nógvar barnasjúkur, at hann noyddist á sleipistøð aftur í 15 mánaðir.

 

Nú verður 337 metrar langa skipið royndarsiglt uttan fyri Virginia, áðrenn tað aftur verður latið flotanum.

 

Hóast longu tíðina á sleipistøð og stórar eykarokningar, er flogberin framvegis ikki heilt tilreiðar til bardaga. Nýmentu katapultarnir rigga framvegis ikki, sum teir skulu, og tað sama er galdandi fyri fleiri av vápnalyftir.

 

Kelda: Maritime Danmark

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=z9Aa9pQYrg0]
SJÓNBAND: Flogberin, USS Gerald R. Ford, verður royndarsigldur.