* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eigararnir frammanfyri norska ferðafólkabátin, Brim.

Fullkomin umhvørvisvinarligur ferðafólkabátur

Tveir norðmenn eru í ferð við at smíða fullkomna ferðafólkabátin, sum kann flyta áhugaða ferðafólkið heilt nær tí, tað vil síggja og uppliva – samstundis sum hvørki djór, veðurlag ella umhvørvið verður nei-liga ávirkað.

 

Nýggi ferðafólkabáturin hevur fingið navnið BRIM, sum hevur sama týdning á norskum sum á føroyskum. Brim er ein 24 metrar long og 11 metrar breið tvíkylja.

 

Báturin er smíðaður í endurnýtsluvinarligum aluminium og sniðgivin soleiðis, at ferðafólkini fáa best møguligu upplivinginga, tá tey eru og hyggja eftir hvalum og á øðrum upplivingartúrum.

 

Brim er útgjørdur við ravløðum (battaríum), sum tryggja sigling í 10 tímar við einari miðalferð uppá 10 míl.

 

Flestu bátarnir, sum verða nýttir til ferðafólkasigling í Norðurnoregi eru gomul fiskifør og hóska illa til ferðafólkasigling. Tey dálka eisini illa.

 

Í dag er tað soleiðis, at umleið 70 prosent av øllum ferðafólkum velja eina grøna loysn, um tað ber til, og tí fer tað at koma øllum væl við, tá nýggi Brim verður tikin í nýtslu seinni í hesum mánaðinum.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=xekouEsbN84&t=20s&app=desktop]