* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Finska farmaskipið, Baltic Carrier.

Fullur skipari sigldi á land í Oyrasundi

Finska farmaskipið, Baltic Carrier, sigldi týsdagin á land uttanfyri Helsingborg í Svøríki. Skipið stendur framvegis fast, men ongin leki sær út at vera. Russiski skiparin er handtikin, undir illgruna fyri rúsdrekkasigling og fyri grovt ósketni.

 

Svenska vaktar- og bjargingartænasta upplýsir, at gott og væl 80 metrar langa finska skipið fór á land týskvøldið.

 

Boðini um at eitt farmaskip hevði siglt á land nærindis Hittarp norðanfyri Helsingborg komu stutt eftir kl. 21.00 . Enn er ógreitt, hví skipið fór á land, men skiparin er handtikin.

 

- Hann er undir illgruna fyri fullamannasigling, fyri grovt ósketni og fyri at seta sjóferðsluna í vanda, sigur Mattias Heneborn á bjargingarmiðstøðíni í Gøteborg.

 

- Tey sigla framvið einari boyu, sum eitur M4 millum Helsingborg og Helsingør. Har skal skipið snara í bakborð, men í staðin fyri verður bara siglt beint fram, og tískil endaði skipið uppi á turrum, sigur Mattias Heneborn.

 

Kelda: Sjøfarts Tidningen