* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Funnu 25 gestaarbeiðarar í kølitreylara á donskum skipi

DFDS váttar at hava funnið 25 “blind ferðafólk” á einum farmaskipi í Hollandi. Øll skulu vera á lívi.

Myndugleikarnir í Hollandi skriva sambært Reuters, at øll ferðafólkini eru á lívi. Meira fæst ikki at vita um støðuna hjá teimum.

Kunningarleiðarin í DFDS, Gert Jakobsen, sigur, at gestaarbeiðararnir eru sendir til kanningar á sjúkrahúsi fyri niðurkøling. Kunningarleiðarin sigur eisini, at hann ongan kunning hevur um, at nakar skal vera deyður.

- Eg veit í veruleikanum so lítið um støðuna hjá teimum annað enn, at sjúkrabilar hava verið eftir øllum 25, sum bíðaðu á bryggjuni, og haðani vórðu flutt á sjúkrahús. Tey vóru køld av at hava verið í kølitreylaranum. Vit vita ikki, hvussu gongst teimum nú, sigur Gert Jakobsen.

Hann veit heldur ikki, hvaðan tey eru.

Hollendska sjónvarpsstøðin, NOS, upplýsir, at talan var um eina neyðstøðu, tá tey 25 vórðu koyrd á sjúkrahús.

Einir 20 sjúkrabilar vórðu sendir til havnina í Vlaardingen í Holandi, har skipið vendi aftur til.

Farmaskipið, Britannia Seaways, stevndi út úr havnini kl. 15.30, men vendi við aftur, eftir at “blindu ferðafólkini” vórðu funnin. Tey vóru funnin um 17-tíðina.

 

Kelda: Shippingwatch