* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Funnu kavbát frá fyrra heimsbardaga

Tað var ovarakæti umborð á skipinum, Vina, fríggjadagin, tí eftir at Vina dagin fyri stevndi úr úr havnini í Thyborøn, hevur JD-Contractor, sum var við umborð, funnið ein kavbát á botni – ein kavbát frá fyrra heimsbardaga.

 

TV Midtvest skrivar, at talan er um enska kavbátin “L10” frá fyrra heimsbardaga, sum kavarar hjá skipinum hava funnið á botni 143 kilometrar norðanfyri hollendska, Terchellengen, ein oyggj í altjóða sjógvi á týska landgrunninum.

 

- Hetta er stórur fongur. Hetta er einasti kavbáturin í L-røðini, sum sakk undur fyrra heimsbardaga. Restin av L-røðini er upphøgd fyri nógvum árum síðani, sigur Gert Normann Andersen við TV-Midtvest.

 

- ‘L10’ sakk við 38 monnum umborð, og vit hava avvarðandi og eftirkomarar, sum vera fegnir nú. Søgan hevur verið ógreið higartil. Vit eru tey fyrstu í heiminum, sum kunnu siga frá, at kavbáturin liggur her, sigur Gert Normann Andersen.

 

‘L10’ sakk, eftir at hann varð skotin av einum týskum torpedobáti, sum leitaði eftir fólki, sum møguliga var á lívi, eftir at ein týskur kavbátur var søktur beint frammanundan.

 

Skanningar vísa, at umframt kavbátin ‘L10’ liggja eisini tveir torpedobátar í dýpinum.

 

Kelda: TV  Midtvest / Søfart