* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fýra ára gamalt risastórt skip skal søkkjast

Fýra ára gamla skipið, Stellar Banner, sum hevur ligið strandað á einum sandrivi út fyri Brasil í tríggjar mánaðir, er nú so illa fari, at tað verður søkt. Tað skriva fleiri miðlar, millum annað Splash og Tradewinds.

 

Stutt eftir at 300.000 t.dv. stóra skipið fór ú Bale-havnini, Ponta de Madeira, í Brasil, fekk tað stóra slagsíðu, og skiparin gjørdi av at sigla tað upp á eitt riv, áðrenn tað koppaði. Síðan hava bjargingarlið tikið 3.900 kubikk av bunkarolju úr skipinum, og 145.000 tons av jarnmálmi er eisini tikið av skipinum. Tá eydnaðist aftur at flota skipið.

 

Tradewinds skrivar, at eftir at  kavarar hava kannað skipið, er avgjørt, at tað skal søkkjast einar 150 kilometrar haðani, skipið nú liggur. Fyrst skulu restirnar av olju og øðrum tilfari, sum dálkar, burturbeinast.

 

Ein stórur partur av lastini verður søktur saman við skipinum, men sambært brasilskum myndugleikum fer tað ikki at vera til ampa fyri fólk ella havumhvørvið.

 

Skrokkurin á skipinum verður mettur til eitt virði uppá 304 milliónir krónur. Haraftrat koma útreiðslur í sambandi við bjarging, sum kann koma at kosta uppaftur meira, enn skrokkurin kemur at kosta tryggingunum.

 

Tað er Polaris Shipping í Suðurkorea, sum eigur Stellar Banner, og skipið er skrásett á Marsjalloyggjum.

 

Kelda: Søfart, Tradewinds og Splash