* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Einasta av fimm norskum frálandareiðaríum, sum hevði avlop, men bara eitt evarska lítið avlop, annan ársfjórðing í ár, var Siem Offshore.

Fýra av fimm norskum frálandareiaríum hava hall

Fimm tey størstu frálandareiðaríini í Noregi eru komin við roknskapinum fyri annan ársfjórðing í ár. Bara eitt av teimum hevur eitt lítið avlop, hinir roknskapirnir vísa allir hall.

 

Roknskapirnir hjá størstu norsku frálandareiðaríunum líva ikki beinleiðis upp.

 

Bara eitt teirra, Siem Offshore, vísir eitt lítið yvirskot, skrivar Sysla, sum hevur gingið ígjøgnum allar roknskapirnar.

 

Solstad Farstad, sum nógvir føroyingar sigla við, hevur størsta hallið. Tað felagið skuldi annars verið leiðandi á marknaðinum, men Solstad Farstad hevði eitt undirskot uppá 779 milliónir norskar krónur annan ársfjórðing í ár. Hini trý frálandafeløgini, sum hava hall, eru Havila, DOF og Eidesvik.

 

Solstad Farstad hevði, sum sagt, 779 milliónir norskar krónur í halli. DOF hevði 549 milliónar norskar krónur í halli. Síðani kemur Havila, sum hevði 133 milliónir norskar krónur í halli, og at enda kemur Eidesvik við 105 milliónum krónum í halli.

 

Einasta reiðaríið, sum hevði avlop – og tað avlopið var lítið, var Siem Offshore, sum hevði 0,2 milliónir norskar krónur í avlopi.

 

Kelda: Shippingwatch