* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fýra deyð í skotbardaga við sjórænarar

Fýra vápnaði varðhaldsfólk doyðu í skotbardaga við sjórænarar, sum aftaná tóku tríggjar av manningini til gísla av einum sandbáti út fyri nigerisku strondini. Hendingin fór fram um kvøldið 2. januar.

 

Talan er um álvarsamasta sjórænaraálopið seinastu tíðina í hart rakta álopsøkinum í Guinea-víkini.

 

- Eftir ein harðan skotbardaga eydnaðist tað sjórænarunum at taka seg upp á skipið og taka tríggjar av manningini til gísla. Talan er um tveir russarar og ein indara. Fimm av manningini vóru eftir á sandbátinum, skrivar trygdarfelagið, Dryad Global.

 

- Boðað varð frá, at fýra tungt vápnað varðhaldsfólk doyðu í skotbardøgunum, meðan tveir aðrir vórðu særdir í álopinum, verður sagt.

 

Álopnað skipið er 3.500 dwt stóri sandbáturin, Ambika, sum arbeiddi 5,5 kilometrar frá munnanum til Ramos-ánna í Nigeria.

 

Hetta álopið er tað seinasta í einari røð av álopum móti skipum í Guinea-víkini seinastu vikurnar. Men hetta er fyrsta álopið í langa tíð, har nakar er deyður.

 

Kelda: TradeWinds