* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fýra mans lýstir deyðir eftir eldsbruna á Maersk-skipi

Líkini av trimum av manningini eru funnin á "Maersk Honan". Ein fjórði maður er framvegis saknaður.

Fýra sjómenn, sum tað í síðstu viku ikki eydnaðist at evakuera undir einum eldsbruna á Mærsk-skipinum "Maersk Honan" í Arabiska Havinum, vórðu í gjár lýstir deyðir.

- Orsakað av tíðini, ið er gingin, og álvarsomu eldskaðunum á skipinum, noyðast vit at koma til ta niðurstøðu, at vit hava mist allar fýra starvsfelagarnar, upplýsir Maersk Line í tíðindaskrivi.

Felagið fann í gjár líkini av trimum persónum á skipinum. Sjálvt um fjórða líkið ikki er funnið, er viðkomandi lýstur deyður orsakað av tíðini, sum er gingin síðani eldsbrunan, og støðuni hjá skipinum.

Eldur kom í bingjuskipið síðsta týsdag, tá tað var á veg úr Singapore til Suez.

Í fyrsta umfari royndi manningin sjálv at sløkkja eldin, men tað miseydnaðist, og mikudagin stóð skipið í ljósum loga.

27 mans vóru við skipinum, og tað eydnaðist at evakuera 23. Av teimum er ein - ein teilendingur - seinni deyður.

Sostatt eru fimm mans deyðir eftir eldsbrunan, eftir at tveir filippinarar, ein indari og ein suðurafrikanari í gjár vórðu lýstir deyðir.

A.P. Møller-Mærsk upplýsir, at leitingin umborð á bingjuskipinum heldur fram, meðan bjargingararbeiðið á sjónum er steðgað.

"Maersk Honam" er 353 metrar langt og 53,5 metrar breitt og er bygt í fjør. 7860 bingjur eru í løtuni umborð á skipinum, sum tilsamans kann lasta stívliga 15.000 bingjur.

Eldsorsøkin er framvegis ókend, upplýsir Maersk Line.

Kelda: ritzau