* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fýra av manningini á grikska skipinum, Elka Aristotle, vóru tikin gíslar, hjá sjórænarar gingu upp á skipið.

Fýra rænd av grikskum tangaskipi

Bara fáar dagar eftir at níggju av manningini á norska skipinum, Bonita, vórðu rænd uttanfyri Benin, eru fýra av manningini á grikska oljutangaskipinum, Elka Aristotle, rænd uttanfyri grannalandið hjá Benin, Togo.

 

Vápnaðir varðmenn vóru á tangaskipinum, og ein varð skotin og særdur undir álopinum. Sjórænararnir gingu upp á skipið um trý-tíðina um náttina 4. november, meðan skipið var statt við Lome Anchorage umleið 18 kilometrar frá Lome-havnini.

 

Av teimum fýra rændu eru tveir úr Filipsoyggjum, ein úr Grikkalandi og ein úr Georgia.

 

Útgerðarfelagið hjá Ela Artistotle, European Product Carriers Ltd., váttar tíðindini um, at sjórænarar gingu upp á skipið og tóku fýra av manningini gíslar.

 

Elka Artistotle varð smíðað í 2003 og er 94.143 t.dv.

 

Kelda: Reuters