* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Handilskríggið millum USA og Kina rakar størstu marknaðirnar hjá donsku skipaferðsluni, sum nógvir føroyingar sigla við.

Fyri danska skipaferðslu eru USA og Kina týdningarmest

At USA og Kina halda fram at herða handilsstríðið, gevur danska reiðarafelagnum, Danske Rederier, nógv at hugsa um. Ikki minst eftir seinastu fráboðanina hjá Donald Trump um, at USA fer at hækka tollin á kinesiskum vørum við 300 milliardum dollarum um fýra vikur.

 

Tað eru vána tíðindi fyri danska skipaferðslu, sum ein rúgva av føroyingum siglir við, at amerikanski forsetin einaferð enn herðir handilskríggið millum Kina og USA.

 

Tað sigur Jacob K. Clasen, stjóri í Danske Rederier.

 

- Tollstríðið er ein álvarslig støða, sum við harmast og óttast. Okkara limir liva av at flyta heims handilsvørur, og USA og Kina eru størstu marknaðirnir hjá donsku skipaferðsluni. Og tað er harmiligt, at forðingar verða settar við størstu marknaðirnar.

 

Sambært Reuters hevur seinasta útspælið hjá Donald Trump longu fingið Kina at handla. Tíðindastovan skrivar, at Kina “ynskir onki handilskríggj, men óttast tað ikki.”

 

Jacob K. Klasen sigur, at frá limunum í Danske Rederier frættist, at handilsmynstrið er broytt, síðani handilskríggið millum USA og Kina byrjaði.

 

- Tað eru vørur, har tollhækkingin hevur ført við sær, at í staðin fyri at taka vøruna umborð í USA, verður hon tikin aðrastaðni. Talan er eisini um vørur, sum fyrr vóru heintaðar í Kina, men sum nú verða heintaðar í grannalondum hjá Kina, sigur Jacob K. Klasen.

 

Kelda: ShippingWatch