* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyribils kvotan av svartkjafti økt til 125.000 tons

Fyribils kvotan av svartkjafti, sum Føroyar hava ásett sær í ár, verður í næstum økt úr 100.000 til 125.000 tons.

Tað upplýsir Andras Kristiansen, deildarstjóri á Fiskivinnustovuni, ið umsitur ymsu fiskakvoturnar í føroyskum sjógvi. 

Haraftrat koma tey 75.000 tonsini, sum russar hava loyvi at fiska, so samlaða fyribils kvotan í ár nú kemur upp á 200.000 tons. 

Andras Kristiansen er eisini føroyskur samráðingarleiðari í svartkjaftasamráðingunum millum strandalondini. 

Hesar samráðingar eru nógv tengdar at samráðingunum um makrel og norðhavssild, og liggja tí eisini stillar í løtuni. 

Heildarkvotan munandi økt 

Heildarkvotan av svartkjafti var í fjør upp á 643.000 tons. 

Føroyingar eiga rætt til 24,05% av kvotuni, og tað gav sløk 155.000 tons í okkara part í fjør, harav russar fingu 75.000 tons burturav. 

Í ár mælir ICES til at hækka heildarkvotuna til 949.000 tons. Tó meta teir, at stovnurin er somikið væl fyri, at hann tolir eitt størri veiðitrýst - upp til 1,5 mió. tons, sigur Andras Kristiansen. 

- Trupulleikin í samráðingunum er at finna eina semju um, hvat veiðitrýst, vit skulu leggja okkum á - ikki bara í ár, men í framtíðini, sigur føroyski samráðingarleiðarin. 

Enn er ongin nýggjur samráðingarfundur avtalaður millum partarnar. 

Kelda: sandportal.fo