* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrireika royndarsigling av sjálvstýrandi bingjuskipi

Í gjár varð farið undir royndirnar av einum modelli av tí, ið skal verða heimsins fyrsta sjálvstýrandi bingjuskip, Yara Birkeland. Skipið verður í fullari stødd, 80 metrar langt við plássi til 20 bingjur, og skal eftir ætlanini royndarsiglast í 2. hálvári 2018.

Men fyrst skal eitt modell av skipinum gjøgnum eina røð av royndum hjá Sintef Ocean í Tróndheimi.

Yara er ein fyritøka, ið framleiðir tøð og ætlanin er, at Yara Birkeland skal kunna sigla fullkomiliga sjálvstýrandi, rikið av elmotorum við tøð millum havnirnar Porsgrunn, Brevik og Larvik í Norra í 2020.

Og fagnaðurin um verkætlanina, ið leggur Norra á odda, tá tað kemur til menningina av sjálvstýrandi skipum, røkkur langt inn í norsku stjórnina.

Norski olju- og orkumálaráðharrin Terje Søviknes boðaði í gjár við ígongdsetanina av royndarætlanini frá, at verkætlanin fær tillutað 133 mió. norskar krónur frá ríkisfíggjaða Enova stuðulsgrunninum.

Kelda: Marin Teknikk