* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fyrrverandi leiðarar finnast at Mærsk Mc-Kinney Møller

Tað eru ikki bara góð eftirmæli, fyrrverandi stjórar og leiðarar hjá A. P. Møller geva Mærsk Mc-Kinney Møller. Hann var ráðaríkur og harðligur, siga teir í nýggjari bók.

 

Men hann broytti lutfalsliga lítlu norðurlendsku fyritøkuna til eitt av heimsins størstu bingjureiðaríum. Orsøkin var millum annað, at Mærsk var ógvuliga hyggin og óvikiligur.

 

Tað sigur høvundurin av nýggju bókini um Mærsk, Kirsten Jacobsen, við danska TV2.

 

Maðurin var ómetaliga dugnaligur, men hann hevði eisini sínar feilir, sigur Kirsten Jacobsen.

 

Tungur arvur  

Tað var ikki bara sum at siga tað at koma á slóðina hjá Mærsk Mc-Kinney Møller. Ein teirra, sum úttalar seg í nýggju bókini, er fyrrverandi forstjórin, Jess Søderberg. Hann var fyrsti stjórin uttanfyri familjuna, sum skuldi stjórna hesi veldugu fyritøkuni.

 

- Tað var ikki bara lætt at liva upp til meginreglurnar um arbeiðssemi, ábyrgdarkenslu og sansin fyri staklutum, sigur Jess Søderber í bókini.

 

Mærsk Mc-Kinney Møller hevði ábyrgdina av fyritøkuni til 1993, tá hann fór úr forstjórasessinum. Hann helt fram sum nevndarformaður.

 

Michael Pram Rasmussen hevur verið nevndarformaður seinast 14 árini. Hann fór úr nevndini fyri kortum. Hann er ikki so avgjørdur sum Jess Søderberg, men eisini hann fekk harðmøraða Mc-Kinney at kenna.

 

- Hann var ongantíð nøgdur, men vildi altíð víðari. Hann var ómettandi og hevði ómetaliga orku. Ófrávíkiliga drívmegin er uttan iva tað, sum hevur sett A.P. Møller á heimskortið, heldur Michael Pram Rasmussen.

 

Mærsk Mc-Kinney Møller doyði í 2012 – 99 ára gamal.

 

Kelda: TV2