* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins fyrsta havreinsiverk er nú gjørt og siglt út í Kyrrahavið, har tað skal reinsa havið fyri plastikk.

Fyrsta havreinsiverkið gjørt at reinsa Kyrrahavið fyri plastikk

Mánadagin 10. september varð heimsins fyrsta havreinsiverk sleipað úr havnini í San Francisco við kós móti Kalifornia, har tað skal royndarkoyrast, áðrenn kósin verður sett út í Kyrrahavið. Eitt av skipunum hjá A.P. Møller, Maersk Avenger, sleipar reinsiverkið.

 

Tað er hollendska The Ocean Cleanup, sum hevur uppfunnið og ment havreinsiskipanina, og hetta er fyrsta av ætlandi 60 reinsiverkum íalt.

 

Fyrsta reinsiverkið, sum verður rópt System 001, verður sleipað 240 fjórðingar úr landi at royndarkoyra í tvær vikur, áðrenn tað verður sleipað víðari móti Great Pacific Garbage Patch, 1200 fjórðingar úr landi. Har skal tað so byrja at reinsa havið fyri plastikk.

 

Roknað verður við, at tað fer at taka 5 ár at reinsa Great Pacific Garbage Patch, og í 2040 vóna fyriskipararnir, at helvtin av Kyrrahavinum er reinsað.

 

Kelda: gCaptain


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=O1EAeNdTFHU]
Sjónbandið vísir, hvussu nýggja skipanin reinsar partar av havinum fyri plastikk.