* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fyrsta kornskipið út Ukraina er nú komið til Istanbul.

Fyrsta skipið við korni úr Ukraina liggur nú fyri akker út fyri Istanbul. Tað skrivar AP sambært DR.

 

Skipið “Razoni”, sum siglir undir Sierra-Leonskum flaggi, hevur 26.000 tons av maiskorni umborð og kom til Istanbul í nátt.

 

Eftir ætlan skal maisið lossast í Libaon, men fyrst skal Razoni kannast av fleiri kontrollørum úr Russlandi, Ukraina, Turkalandi og ST.

 

Teir fýra partarnir komu ásamt um eina avtalu í farna mánaði, sum gjørdi tað møguligt at taka útflutningin av korni úr Ukraina uppaftur fyri at steðga einari altjóða matvørukreppu.

 

ST sigur, at umleið 27 skip liggja tilreiðar at stevna út við farmi úr havnum í Ukraina.

 

Kelda: DR