
Fyrsta skipið við korni er tileiðar at fara úr ukrainska havnabýnum Chornomorsk - í samsvari við avtaluna um at fáa frið undir siglingini.
Nýggja kornavtalan var undirskrivað millum Ukraina og Russland á fundi í ST í farnu viku.
41.550 DWT stóra turrlastskipið Rojen hoyrir til Navibulgar, og hevur sambært AIS-inum kós mót Teesport í Stórabretlandi.
Rojen hevur verið læst inni í Chornomorsk, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar. Gott og væl 80 onnur handilsskip hava ligið svínabundin í ukrainskum havnum, síðan kríggið byrjaði.
Skipið er tryggjað í the West of England P&I Club.
Kelda: Maritimedanmark