* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
LNG-skip hava siglt Norðurleiðina fyri fyrstu ferð uttan serligan ísbrótara sum hjálp.

Fyrsta LNG-skipið farið Norðurleiðina yvir Russland uttan ísbrótara

Fyri fyrstu ferð hava ísbrótandi LNG-skipini í russisku Yamal-ætlanini siglt Norðurleiðina yvir Russlandi uttan hjálp frá serligum ísbrótara.

 

Tvey stór LNG-farmaskip hava siglt Norðurleiðina yvir Russlandi við LNG-lastum frá Yamal-ætlanini við Karahavið.

 

Tað skrivar Novatek í einum tíðindaskrivi.

 

Dual fuel-skipini, Vladimir Rusanov og Eduard Toll, fóru bæði úr Sabetta-havnum við kós móti kinversku havnini í Jiangsu Rudong.

 

- Hetta vóru fyrstu túrarnir við russiskum LNG gjøgnum Norðurleiðina uttan hjálp frá ísbrótarum. Tað markar byrjanina til støðuga LNG-rutu gjøgnum Norðurleiðina, sigur nevndarformaðurin í Novatek, Leonid Mikhelson, í tíðindaskrivinum.

 

LNG-skipini hjá Novatek hava sjálvi ísbrótandi eginleikar og kunnu sigla gjøgnum 2,1 metrar tjúkkan ís uttan hjálp frá ísbrótara.

 

Sambært LNG World News hava ísbrótandi LNG-skipini higartil siglt lættaru leiðina frá Yamal til evropiskar terminalar sum til dømis Zeebrügge.

 

Í alt 15 systurskip skulu arbeiða fyri ta 27 milliardir dollarar kostnaðarmiklu Yamal-ætlanina. Tíggju teirra skulu handast ætlanini í ár.

 

Kelda: Søfart


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=mrAfC15QV60&feature=player_embedded]
Fyrsta royndin at sigla Norðurleiðina norðurum Russland gekk væl.