* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Foto: Kystvakta

Fyrsta norska skipið á Norðpólinum

Norska sjóverjuskipið, KV Svalbard, hevur gjøgnumført tað, sum pólfarararnir, Fridtjof Nansen og Roald Amundsen, ongantíð megnaðu: at sigla til Norðpólin. Tað skrivar NTB sambært Skipsrevyen.

 

Skipið kom á 90 stig norður klokkan 09.32 mikudagin í vikuni, sum fór, skrivar Aftenposten.

 

KV Svalbard er á rannsóknarferð fyri Nansen-sentrið í Bergen, og uppgávan er millum annað at seta mátitól á havbotnin, sum skulu eyðgleiða hita og veðurlagið í havinum kring Norðpólin, skrivar TV2.

 

- Tað gekk nógv skjótari, enn vit væntaðu. Vit roknaðu við at sigla okkum í tjúkkri ís, og vit vóru greið yvir, at vit møguliga ikki komu á mál, sigur leiðarin á sjóverjuskipinum, Ottar Haugen.

 

- Fyri okkum í sjóverjuni er hetta ein tíðarvarði og ein ásannan av, at vit hava eitt skip, sum kann sigla og arbeiða upp til pólpunktið og í øllum Arktis, sigur hann.

 

KV Svalbard fór av bakkastokki í 2001. Skipið er 103 metrar langt og 19 metrar breitt.

 

Fritjof Nansen setti kós norðuryvir í skútuni, Fram, í 1893, men kom ongantíð longur norður enn 86 stig norður.

 

Roald Amundsen royndi at koma á Norðpólin við Maud-rannsóknarliðnum í 1918, men kom heldur ongantíð fram. Hann fleyg hinvegin yvir null-punktinum í luftskipinum, Norge, í 1926.

 

Kelda: Skipsrevyen