* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Johan Sverdrup olju-økið.

Fyrsta oljan frá risaøkinum Johan Sverdrup

Johan Sverdrup-útbyggingin er tann størsta á norska landgrunninum síðani einaferð í 1980-unum. Leygardagin, fyri tveimum døgum síðani, byrjaði fyrsta framleiðslan úr brunninum. Equinor hátíðarhelt tað, men hjá umhvørvisrørsluni var ongin veitsla.

 

Longu frá byrjanini pumpaðu Equinor og samstarvsfelagarnir Lundin, Aker BP, Total og Petoro olju upp fyri 10 milliónir norskar krónur um dagin - úr fyrsta brunninum.

 

Tá framleiðslan veruliga er komin í hæddina í øllum økinum, verður pumpað fyri 300 milliónir norskar krónur um dagin, tað eru umleið 225 danskar krónur um dagin. Tað verður samstundis ein triðingur av allari norskari oljuframleiðslu.

 

- Hetta er ein stórur dagur fyri Equinor og fyri Noreg. Vit hava brúkt fýra og eitt hálvt ár uppá hesa útbyggingina. At gongd nú er komin á fyrsta brunnin, ger hetta til eina søguliga hending fyri okkum, sigur Anders Opedal, samtaksstjóri fyri tøkni, ætlanir og boring við norska kringvarpið, NRK.

 

Samstundis eru tað 50 ár síðan, at Ekofisk-økið byrjaði norskt oljuvirksemi.

 

Í Johan Sverdrup-økinum roknar Equinor við framleiðslu næstu 50 árini.

 

Spurdur um, hvat árin oljuframleiðslan fer at hava á umhvørvið, sigur Anders Opedal í Equinor:

 

- Vit gera alt fyri at norsk olju- og gassframleiðsla verður gjørd við so lágum útláti sum tilber. Skulu veðurlagsmálini røkkast, er tað neyðugt at slík framleiðsla verður raðfest, sigur hann.

 

Men hetta vekir ikki undran hjá umhvørvisrørsluni, sum fleiri ferðir hevur funnist at risaútbyggingini. Greenpeace til dømis heldur, at Equinor lumpar ungdómin.

 

Kelda: NRK