* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Heimsins fyrsta reikferðaskip til rannsóknarferðir - við X-bógvi, Greg Mortimer.

Fyrsta reikferðaskipið við X-bógvi latið eigarunum

”Greg Mortimer” varð doyptur hin 6. september á skipasmiðjuni, China Merchants Heavy Industry (CMHI). Skipið varð samstundis latið eigarunum.

 

Hetta er fyrsta rannsóknar-reikferðaskipið í SunStone INFINITY-røðini. Ulstein Design & Solutions hevur sniðgivið skipið saman við reiðarínum og teirra kunda, Aurora Axpeditions.

 

- Nú er skipið tilreiðar til fyrsta túrin til Suðurpólin, verður sagt í einum tíðindabrævi frá Ulstein-skipasmiðjuni.

 

Skipið hevur fingið navnið, Greg Mortimer, sum stovnaði Auroa Expeditions, og sum er avstralska felagið, ið hevur leigað skipið.

 

- Sáttmálarnir at sniðgeva fyri SunStone Ships var eitt gjøgnumbrot fyri Ulstein á rannsóknar-reikferðamarknaðinum. Vit hava gjørt alt til tess at nøkta tørvin hjá ferðafólki og manning. Ulstein hevur fokuserað uppá at menna eitt skip, sum skal verða ein ógloymandi pallur hjá ferðafólkunum, sigur Tore Ulstein, COO Ulstein Design & Solutions, og varastjóri í Ulstein Samtakinum.

 

”Greg Mortimer” er fyrsta av, ætlandi, í alt tíggju pól-rannsóknar-reikferðaskipum, sum skulu smiðast fyri amerikanska reiðaríið, SunStone Ships.

 

Sonevndi X-bógvurin gevur ferðafólkunum eina mjúkligari ferð – serliga tá siglt verður ímóti, og sniðið hevur eisini við sær, at skipið verður bíligari í rakstri hvat brennievni viðvíkur.

 

104 metrar langa skipið hevur 80 ferðafólkakømur við egnum bað og egnum svala. Matstova, barr, fyrilestrarhøli, salong og annað mangt er eisini umborð á nýggja reikferðaskipinum.

 

Kelda: Skipsrevyen